Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Heimskendi fyrrvernadi nevaleikarin hevur í nógv ár stríðst við herviligu Parkinson sjúkuna.

Hann doyði í gjár, 74 ára gamal.

Muhammad Ali vardi 19 ferðir titlulin sum heimsmeistari í tungvekt. Íalt tríggjar ferðir var hann heimsmeistari.

Hann var eisini kendur fyri, at hann ikki fjaldi, at hann helt nógv um seg sjálvan. Kend eru orðini "I am the Greatest", sum hann segði ofta í samband við dystir og tá hann var frammi í fjølmiðlunum.

Tá hansara yrkisleið sum nevaleikari var í hæddini í 1965 bleiv hann muslimur og broytti navn frá Cassius Marcellus Clay, sum hann segði var eitt trælanavn, til Muhammad Ali. Hann noktaði at gera hertænastu og brúkti sín status sum stjørna at tosa ímóti krígnum í Vietnam. Tað elvdi til rættarmál, sum hann kortini til endans vann.

Muhammad Ali varð føddur í Kentucky men búði í Arizona, nú hann andaðist.

Hann átti níggju børn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo