Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Bøkur

Runavíkar kommuna: Miðskeiðis í november mánaða 2018 fekk borgarstjórin lyklarnar til Ólvustovu frá Fornminnisfelagnum í Funningi. Eftir at hava fingist við at bøta um og dagføra húsið, sum líktist einari ruin, í fleiri ár, ynskti felagið at leggja tað undir ræði og rakstur hjá Runavíkar kommunu. Týðandi er at húsið verður brúkt mest møguligt, og boðini í so máta hava verið fleiri. Ein dagin setti Høgni Mohr seg í samband við borgarstjóran við fyrispurningi um, hvørt kommunan hevði møguleika fyri at hýsa einum skrivandi manni í eina tíð. Helst skuldi tað vera í eini av smærri bygdunum í kommununi. Ólvustova var ein møguleiki. Hann tók av, og vit gjørdu eitt leigumál frá ársskiftinum fram til Grækarismessu í ár.

Høgni Mohr er ein 50 ára gamal vágbingur. Føddur í Tórshavn. Hann er útbúgvin maskinsmiður, hevur lisið útflutningstøkni og hevur skrivað, síðan hann var blaðungur. Nú fæst hann fyri tað mesta við skrivandi arbeiði. Hann hevur arbeitt fyri tey flestu føroysku bløðini, og hevur eisini havt tekstir í donsku avísini Informatión og hinum íslendska Morgunblaðnum.

Hann var í nøkur ár knýttur at Kringvarpi Føroya, í útvarpi og sjónvarpi. Høgni hevur eisini arbeitt fyri BBC og Al Jazeera og verið vertur í náttúrusendingum hjá Vice Media, eins og hann hevur luttikið í sending hjá Huffington Post.

Høgni hevur serstakan penn. Í strembanini eftir at verða húðleyst ærligur er hann bersøgin og ósvikaligur - fyri summi ov bersøgin. Hann meistrar føroyska málið, orðini og hvussu hesi verða sett saman til heildir og brot, ið ofta ikki eru sædd áður. Stundum er Høgni sín egna royndarkanin, og hann kann tykjast at ferðast á markinum til tað destruktiva í leitanini eftir einum tindrandi sannleika fyri at seta evnið í perspektiv. Høgni er sum ein ketta, ið gongur millum fólkini í Føroyum. Stundum kelin, elskulig og enntá følin, men tó altíð sín egna.

Høgni hevur higartil givið út fýra bøkur. Í 2006 ”Ali  babba: og 49 aðrar blaðgreinir”, í 2010 ”Tá deyðin verður avdúkaður”, í 2017 ”Fractura nasi” og í 2018 ” Slepp tær til heiti fani.”

Bókin ”Fractura nasi”, eitt slag av ferða- og endurminningarbók, var mest selda bók í Føroyum í 2017.

Tann 12. august 2018 fekk filmsframleiðarin Tórfinnur Jákupsson sáttmála um rættin at gera "Fractura nasi" til filmshandrit.

Tann 29. november 2018 gjørdi forlagið Amanda Books skrivliga avtalu um at geva "Fractura nasi" út á donskum.

Spennandi verður at frætta hvat ið fer at dríva úr penninum í Ólvustovu hesar dagarnar, hann fer at búleikast í Funningi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo