Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Javnaðar-moralurin tykist at vera ymiskur í Havn og í Klaksvík, tá ein avtala telur ymiskt í Havn og í Klaksvík.

Javnaðarflokkurin hevur loyvi at slíta eina skrivliga samgonguavtalu í Klaksvík, meðan eingin hevur loyvi at annulerað eina avtalu við Javnaðarflokkin í Havn.

Í Klaksvík bleiv skrivlig samstarvsavtala undirskrivað valkvøldið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Nýtt Sjálvstýri.

Dagin eftir var Javnaðarflokkurin ikki nøgdur við avtaluna, og sá sær ein møguleika at fáa meiri ávirkan.

Tí bleiv skrivliga avtalan annulerað, og Tjóðveldi bleiv sett uttanfyri.

Í Tórshavn bleiv, á sera líkan hátt, skrivlig samstarvsavtala undirskrivað valkvøldið millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

Dagin eftir var Fólkaflokkurin ikki nøgdur við avtaluna, og sá sær ein møguleika at fáa meiri ávirkan.

Tí bleiv skrivliga avtalan annulerað, og Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin blivu settir uttanfyri.

Hví fær ein annulerað skrivlig avtala í Klaksvík “topkarakter fyri moralskt reinføri” frá løgmanni í Degi & Viku, meðan ein annulerað avtala í Havn verður dømd at vera “ómoralsk”?

Hvar eru public-service miðlarnir?

Skal Javnaðarflokkurin einsamallur meta um sítt egna moralska reinføri?

Tað sær út til, at “summi eru meiri líka enn onnur”.

Við moralskari anstændigheits-kvøðu.

Reinur havnarmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo