Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Onnur tíðindi

Kendi danski sjónleikarin Morten Grunwald er deyður, 83 ára gamal.

Hann var tann seinasti av teimum trimum í tí einaferð so kenda Olsen bandanum, sum var eftir á lív. Í Olsen Bandanum var hann tann høgi og smáfjákuti Benny við síni afturvendandi "skide godt, Egon" replik.

Hinir báðir, Ove Sprogøe (Egon) og Poul Bundgaard (Kjeld) eru deyðir fyri fleiri árum síðani. Tilsamans 14 Olsen Banden filmar blivu gjørdir. Morten Grunwald var við í yvir 50 filmum.

Sagt verður av summum, at tað var í leiklutinum sum Benny at hann fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari. Men nógv halda, at tað var sum leikstjóri og teaturstjóri ígjøgnum heilt nógv ár, at hann veruliga setti síni fingramerki á danska mentan.

Síðsta mánaða fortaldi Morten Grunwald Se&Hør, at hann hevði fingið krabbamein, og hevði sagt nei takk til tilboð um viðgerð.

- Eg veit ikki, um tað er ein spurningur um mánaðir ella longri, men eg havi takkað nei. Eg eri 83 ár og havi havt eitt langt og gott lív, segði Morten Grunwald við Se&Hør í oktober. 

Morten Grunwald var giftur við Lily Weiding og saman áttu tey dóttrina Tanja Grunwald.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo