Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Vágatíðindi

Parasport skipar fyri almennari móttøku á flogvøllinum, nú føroysku ítróttafólkini koma heim frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi.

Føroyingarnir hava, sum kunnugt, bæði sett persónlig met og vunnið fleiri heiðursmerkir á leikunum.

Móttøkan verður fríggjadagin 22. mars kl. 16.15 í móttøkuhøllini á flogvøllinum í Sørvági.

Fyrivarni  verður tikið fyri, um flogfarið ikki lendir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo