Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

– Eg eri nøgdur við hópin, men eg ynski at fáa tveir leikarar afturat. Og tað havi eg ikki hildið loyniligt; ein miðvallaleikarar sum gevur fleiri møguleikar og gevur liðnum javnvágina sum skal til og ein offensivan leikara sum kann leika á síðuni og geva fleiri møguleikar í álopinum, sigur Mourinho, sambært Manchester Evening News.

Chelsea-leikarin Nemanja Matic og Eric Dier hjá Tottenham eru miðvallaleikararnir sum United ynskir sær. Og tað er heldur einki nýtt at Mourinho dámar væl Inter-veingin Ivan Perisic.

– Eg tosi ikki um leikarar sum leika við einum øðrum felag. Mær hevði ikki dámt um ein venjari segði, at hann vildi hava ein av mínum leikarum. Tað hevði ikki verið rætt, sigur José Mourinho, og leggur afturat:

– Eg hevði vónað at fingið tveir leikarar, men eg fái kanska bara ein.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo