Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Fyri fyrstu ferð síðani hann fekk fótin í Chelsea, hevur José Mourinho tosað um framtíðina. Portugisarin trívist illa sum arbeiðsleysur og sigur at hann kemur skjótt aftur.

– Nei, eg njóti ikki at ganga arbeiðsleysur. Mær tørvar ikki at velja millum familjuna, sinir, eitt róligt lív, sum mær eisini dámar, og so fótbólt.

- Eg kann hava alt saman, og fyri at gerast heilt nøgdur, so tørvar mær alt. So eg vendi aftur til fótbóltin. Tað liggur í mínari nátúr, sigur José Mourinho sambært Daily Mail.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo