Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

BBC skrivar at José Mourinho (52) ikki er venjari meira í Chelsea.

Sambært Daily Mail skal Chelsea gjalda Mourinho heilar 40 milliónir pund í kompensasjón.

Sambært miðlinum so er avloysarin longu klárur.

Henda sesongin higartil hevur ikki verið nakað av reypa av hjá Chelsea og Mourinho. Fleagið hevur tapt níggju av sekstan dystum.

Mánadagin tapti Chelsea 1-2 móti Leicester, sum eftir øllum at døma gjørdist seinasti dysturin hjá Mourinho í sjefstólinum.

«Chelsea og José Mourinho hava endað samstarvið í semju. Øll í Chelsea takka José fyri hansara stóra íkast síðani hann kom aftur til felagið í 2013», stendur á hemasíðuni hjá Chelsea.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo