Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

José Mourinho fer ikki at brúka graslíkið á vøllinum móti Young Boys í dystinum í Champions League í kvøld sum eina umbering.

– Vit eru í Sveis, í heimlandinum hjá einum av heimsins størstu tennisleikarum, og eg eri vísur í at hesin stóri tennisleikarin ikki altíð er so væl nøgdur við vøllin, hann leikar á. Men hann má leika á vøllinum, og hann vil vinna. Øll vita at Federer hevur ein favorittvøll, men at hann eisini vinnur á øðrum vøllum. So vit mugu bara gera tað, segði José Mourinho á tíðindafundi undan dystinum.

Spurdur hvussu útlitini hjá Manchester United eru í Champions League, segði venjarin, at tað er nakað tíðliga at tosa um nú, áðrenn fyrsti dysturin í Champions League er leiktur.

- Okkara fokus er á dystin í kvøld, og so restina av dystunum. Málið er at kvalifisera okkum til bólkaspælið, svaraði hann og váttaði eisini at Marcus Rashford byrjar móti Young Boys.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo