List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Einar tíggju minuttir eftir av seinna hálvleiki veittraði Romelu Lukaku við hondini fyri at vísa sínum venjara José Mourinho at hann ætlaði sær at taka seinna brotssparkið í dystinum millum Manchester United og Benfica. Hetta hevði so verið ein gyltur møguleiki hjá honum at skora fyri fyrstu ferð í fimm dystir.

Men venjarin hevði longu tá tikið eina avgerð: Tað skalt tú ikki.

– Hann bummaði seinast so eg vildi ikki at hann skuldi taka brotssparkið undir trýsti. Hann kann taka eitt brotsspark tá ið einki trýst er og vit ikki skulu skora, segði Mourinho við Viasat 4.

Mourinho vildi hava Dailey Blind at taka brotssparkið, og Blind skoraði og United er víðari í áttandapartsfinaluni.

– Eg eri eisini her fyri at verja leikararnar, og har vardi eg hann. Mær dámar at hann vil taka ábyrgd, men um hann ikki skoraði so var liðið í vanda við eini 1-0-leðslu, segði Mourinho.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo