Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Útlendis ítróttur

Jose Mourinho dylur ikki fyri at hetta er ringasta byrjan hjá Chelsea í Premier League.

- Hetta er heilt greitt tann ringasta byrjanin við teimum verstu úrslitunum í mínari karrieru, og tað síggi eg sum eina fantastiska uppliving, sigur Chelsea-venjarin undan dystinum í morgin móti Southampton.

Chelsea liggufr áðrenn dystin sum nummar 14 í Premier League við bert átta stigum eftir sjey dystir, sum hevur økt trýstið á tann annars so erpna venjaran.

- Hetta er ikki eitt tíðarskeið, sum eg ynski at endurtak. Og eg ynski at steðga hesi gongdini í morgin, men hetta er ein lærurík tíð í míni karrieru, sum kanska kom nakað seint.

- Tað er ov seint at uppliva slíkt eftir 15 ár. Hetta burdi komið eftir trý-fýra ár. Men hetta er nakað, sum hjálpir mær at gerast betri, sigur hann sambært DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo