Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Marine Stewardship Council (MSC) hevur boðað frá, at MSC góðkenningin av makreli verður tikin aftur leygardagin 2. mars.

MSC sigur, at avgerðin er tikin í kjalarvørrinum av, at makrelstovnurin er minkaður, meira enn gott er, samstundis sum veiðan hjá teimum ymisku londunum er munandi hægri, enn ICES mælir til.

Avgerðin rakar fiskiskapin í átta londum, harímillum Føroyar

Sambært ICES er makrelstovnurin minkaður støðugt síðan 2011, og í september í fjør var stovnurin minkaður somikið nógv, at ICES metti tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk til tess at fáa makrelstovnin burðardyggan aftur, skrivar MSC.

ICES mælti til at fiska 318.403 tons, sum var ein niðurskurður á 68%. Hetta var fyri at tryggja, at stovnstøddin var burðardygg.

Sambært stutttíðarmetingum, sum eru gjørdar, hevði makrelstovnurin verið burðardyggur aftur í 2020 ella 2021, um londini høvdu fylgt tilráðingunum hjá ICES.

Londini valdu kortini ikki at lurta eftir ICES og hava í staðin ásett sær eina munandi hægri kvotu, enn ICES mælti til.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo