Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Tekstlýsingar

Ynskir tú at gerast partur av toyminum hjá MT Højgaard Føroyar, og vera við til at tryggja góðsku, trygd, tíð og kostnað í sambandi við byggiuppgávurnar, vit hava, og sum liggja fyri framman?

Vegna okkara økta virsemið í Føroyum leita vit eftir dugnaligum byggileiðarum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Sum byggileiðari skalt tú samskipa arbeiðstøkur, handverk, trygd og góðskustýring, umframt at stýra váðum, tíðarætlanum, fíggjarviðurskiftum v.m.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum eitt nú verkfrøðingur ella byggifrøðingur, og hevur hollar royndir innan byggileiðslu. Eisini skalt tú vera von/vanur við dagliga at nýta kt-amboð sum eitt nú Microsoft project, Office pakkan, umframt at tú skalt vera før/førur fyri at seta teg inn í onnur forrit eitt nú Sigma, Dalux og Bluebeam Studio, ið eru tengd at okkara verkætlanum.

Tú skalt duga væl at orða teg í skrift og talu, og tað er ein fyrimunur at duga at málbera seg á føroyskum, donskum og enskum.

Tær dámar at ganga undan. Tú heldur orð, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi.

Tú megnar at halda høvdið kalt, sjálvt um tað brýtur í bæði borð. Tú ert semjusøkjandi, men torir eisini at taka ábyrgd av egnum avgerðum.

Setanarviðurskifti 

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknir
Send umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) til ewk01@mth.dk

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. mai 2019.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarstjóri fyri MT Højgaard Føroyar, á tlf. 286335 ella ewk01@mth.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo