Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Vinna

Tvey ár eftir hall og negativa eginogn í roknskapinum í 2016 er raksturin hjá MT Højgaard Føroyar Pf komin fyri seg aftur.

Sølan vaks úr 51,5 mió kr í 2017 til 66,3 mió kr í fjør.

Men vøksturin í topplinjuni sæst ikki aftur í botnlinjuni, fyrst og fremst tí framleiðslukostnaðir og starvsfólkakostnaðir vaksa so nógv.

Yvirskotið hjá MT Højgaard Føroyar Pf eftir skatt var í 2017 4,8 mió kr eftir skatt men í 2018 "bert" 4,5 mió kr.

Í frágreiðingini sigur leiðslan seg kortini at vera nøgda.

MT Højgaard Føroyar er dóttirfelag hjá danska felagnum MT Højgaard AS. Talan er um eitt veikt felag við eginogn uppá smáar 6 mió kr og sum eisini bara livir tí danska móðirfelagið heldur hondina undir. Felagið hevur ikki goldið skatt til landskassan síðani í 2011.

Í meðal 57 ársverk vóru hjá MT Højgaard Føroyar Pf í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo