Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Undir viðgerðini av Løgtingsmáli nr. 31/2017 tann 16.11.2017 segði landsstýrismaðurin (ikki orðarætt citat), at útróðrarflotin í nýggju lógini um sjófeingi fór at fáa betri sømdir, enn hann nakrantíð hevur havt í føroyskari fiskivinnulóggávu, eftirsum hann er tryggjaður 52 % av toska- og hýsurættindunum undir Føroyum.

MÚ mótmælir hesi útsøgn landsstýrmansins, sum er sera misvísandi.

Pappírsrættindi í nýggju lógini um sjófeingi siga einki um reellu rættindini í nýggju lógini um sjófeingi.

Einki felag, heldur ikki feløg, sum eiga útróðrarbátar, kunnu gjalda hýru og rokningar og forrenta vinnutól við pappírs-rættindum uttan mun til, um talan er um kvotur ella fiskidagar, og uttan mun til, um hesi feløg undir einum fáa 5.000, 10.000 ella 15.000 fiskidagar ella 40, 50 ella 60% av ásettu rættindunum.

Rokningar, hýrir og endurnýggjan kann bert gjaldast við avlopi pr. fiskidag (munin millum inntøku og útreiðslur) x við talið av brúktum fiskidøgum.

Nýggja hugtakið ”luft í skipanini” - óbrúktir fiskidagar - avspegla, at avlopið pr. fiskidag hjá hesum skipabólkum hevur ikki verið nøktandi, uttan mun til hvussu nógv rættindir vóru á pappírinum.

Einki í nýggju lógini hesum viðvíkjandi er broytt í mun til verandi lóg.

Meginfelag Útróðrarmanna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo