Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Vágatíðindi

Tvey privatflogfør standa á vøllinum í Sørvági í dag.

Við teimum eru hvør sín familja av múgvandi útlendingum sum vitja oyggjarnar.

Ferðafólkini hava leigað sær bátar og roynt ymsar túrar saman við privatum ferðaleiðarum.

Tað er sum skilst onki samband ímillum fólkini. Men tað er greitt, at í tí eina flogfarinum er bara eitt ungt par við einum barni.

Tað er ógreitt hvussu leingi tey steðga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo