Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Onnur tíðindi

Fyrr í vikuni hittu fólk bæði í bygd og bý ein útlendskan mann, sum segði seg vera munk, og komnan til Føroya at savna inn pening til vælgerandi endamál. Ítøkiliga gjørdi hann hetta við at selja bøkur. Men tað bar eisini til at stuðla við eini størri upphædd.

Fólk sum VP hevur tosað við, og sum høvdu hitt mannin, sum tosaði enskt, uttanfyri ein handil á bygd, hava greitt frá, at hann var væl útgjørdur, tí gjaldast kundi eisini við tráðleysum terminali, sum hann hevði uppi á sær.

Men slíkt virksemi er ólógligt uttan loyvi frá myndugleikunum, og útlendingar verða vanliga vístir av landinum, tá teir gera slíkt. 

Við Útvarpið sigur politiið, at maðurin nú er vístur av landinum, tí hann hevði ikki røttu loyvini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo