Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Tað hevur tikið sína tíð. Aftur og fram í áravís hevur býráðið kjakast og lovað. Men nú skuldi tað verið vist.

Tí býráðið hevur í kvøld samtykt at bjóða út eitt nýtt og betri prosjektuppskot til nýggjan musikkskúla við

Landavegin. Sambært nýggju ætlanini er skúlin og atknýtta orkesturhøllin 20% størri í mun til upprunaætlanina.

Sannroynd er, at eitt av ivamálunum við verkætlanini hevur alla tíð verið, at skúlin, ið ætlanin var at byggja, var ov lítil í mun til metta tørvin bæði til undirvísing, umsiting og framførslur.

Eg havi sum limur í bygginevndini og mentamálanevndini støðugt víst á hetta, og tí fegnist eg almikið um, at vit nú loksins hava fingið eitt prosjekt, ið øll eru nøgd við, ikki minst leiðsla og lærarar í musikkskúlanum.

Orkesturhøllin verður nú so stór, at tær allarflestu orkestursuppsetingarnar kunnu rúmast har, eisini symfoniorkestur. Høllin kemur eisini at rúma umleið 350 áhoyrarum.

Høvuðsbygningurin, sjálvur skúlin, er eisini vaksin, so at umsiting og lærarar fáa betri hølisumstøður, inngongdin verður munandi meira innbjóðandi, og sonevnda tirnan verður eisini størri, har tað m.a. eisini kunnu vera næmingaframførslur.

Eg kenni meg sannførda um, at vit nú hava tað rætta prosjektið, ið fer at flyta musikkskúlan inn í framtíðina.
So skjótt prosjekteringin av broytingunum er liðug, verður arbeiðið boðið út í høvuðsarbeiðstøku, helst her áðrenn summarið. Byggitíðin væntast at vera undir 2 ár.

Nú liggur bert á hjá okkum býráðslimum at halda givin lyfti og fáa til vega restfíggingina til skúlan.


Halla Samuelsen
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo