Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Jens Klæmint fekk nógv burturúr

Tað var ikki sørt snópisligt at verða afturúrsigldur hendan fyrsta mánadagin í oktober mánaða 2017. Í Vestmannaeyjahöfn. Havi ikki roynt tað áður, hóast mong ár á sjónum, tí var nøsin á okkum long, táið Herjólfur fór skríðandi framvið bulvirkinum kl. 07:58 hendan morgunin. Tað hevur verið eitt sindur ymisligt, hvussu tað hevur ligið fyri við siglingini í seinastuni, ímillum Oyggjarnar og meginlandið. Í tíð og ótíð fyllist Landeyjahöfn, sum liggur skamt frá Vestmannaoyggjum, við sandi, og tá er neyðugt at taka leiðina til Þorlákshöfn ístaðin. Stórur munur er á havtíð við ferjuni, táið so er, og tí hevur ferðaætlanin verið skiftandi. Hóast frægi vertur okkara, Óskar P. Friðriksson, á Skólavegi, var sannførdur um, at Herjólfur fór at leggja frá landi kl. 08:30 – so skuldi tað vísa seg, at Ann hevði allan rættin við morgunmatarborðið, og hesin rættur var eisini samsvarandi skránni, sum skyldmaðurin og eyjavinurin Martin Juul Jarnskor og Hanna Jensen høvdu latið okkum longu í Vágum fríggjamorgunin frammanundan. Vit frætta meiri um hetta seinri.

Gott vinarlag hevur altíð verið ímillum føroyingar og íslendingar og ímillum Gøtu og Vestmannaoyggjar hevur tað verið somikið gott, at vinarbýarsamstarv var sjósett fyri nógvum árum síðani. Eysturkommuna yvirtók leiklutin eftir samanleggingina Gøta-Leirvík. Tað er ongin loyna, at stóri motorurin í hesum samstarvinum, umframt formella kommunusamstarvið, hevur verið Martin Juul Jarnskor. Av heilum huga hevur hann røkt sambandið ímillum frændurnar, og hann er væl kendur í Oyggjunum. Tað, at hann verður móttikin við opnum ørmum, sum ein teirra, ger, at vit onnur fáa somu viðferð, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann er sendimaður Gøtu til Vestmannaoyggjar. Hann sigldi í nøkur ár út frá Oyggjunum seinast í fimtiárunum, tí tosar hann málið ræðið. Hópar av fólki hava seinastu nógvu árini ferðast ímillum vinarbýirnar. Fyri fimm árum síðani var eitt tjokkfult flogfar hjá Atlantsflogi haryviri, og fyrr í ár vitjaðu íslendingarnir í Gøtu. Nú hevði Martin hug at royna aftur, hóast hann er komin nakað væl upp í árini, og vit lótu okkum ikki siga, at gera royndina fyri 5 árum síðani um aftur.

Vestmannaoyggjar hava altíð átt ein serligan leiklut í hugaheiminum hjá føroyingum, ikki minst hjá sjófólki okkara. Nógvir hava fiskað undir Íslandi, hava verið inni í Oyggjunum og bunkrað, hálað vatn og tikið proviant, meðan aðrir hava verið við íslendskum skipum. Táið veðurskipanirnar komu bóltandi eysturyvir, úr Caribiska havinum ella av Flamingjagrunni, loysti tað seg sum oftast at fara kloss uppundir Oyggjarnar, í besta føri kundi tú fáa undanvind alla leiðina yvir á Hvarvið ella í Prinsin, soleiðis eigi eg mangan túrin ímillum hesar oyggjar, ið liggja, sum hevur onkur slept teimum úr lógvunum av misgávum. Mystikkurin, sum legði seg um hesar oyggjar, við vulkangosunum í 60 og 70árunum, hevur sveipað tær inn í ein at kalla mytologiskan heim. Tað er eitthvørt gátuført, huldisligt og spennandi við einum jørðildi, sum kann fara í luftina hvørja løtu. Dámar einum hetta, so er man av tí slagnum, ið trívist har sum man ikki grynnir.

Hóast eg var farin hesa leiðina so mangan, sæð glæmuna frá býnum, togarar fara inn og út úr havnini og roykin úr gosopinum á Heimaey, var eg ongantíð komin á møguleikan, at vitja hesar sjáldsomu oyggjar. Fyri 5 árum síðani eydnaðist tað - og aftur nú. Vit báðir Martin eru skyldmenn, omma mín í Syðrugøtu, Suffía Gregersen, var trímenningur Martin og harvið var mr. Jarnskor eisini næsti skyldmaður Pól Kolbeinns Ólason, ið var bróðursonur ommu mína og búði mesta partin av lívi sínum í Vestmannaoyggjum. Hann var sonur Óla og Valgerður, og vaks upp tey fyrstu barnaárini í Syðrugøtu. Óli fórst undir krígnum, og mamman valdi tá at fara aftur í Oyggjarnar við lítla soninum, og hann og fjølskylda hansara  hava havt stóran týdning fyri familjuna í Føroyum. Pól Kolbeinn er nú látin, men konuna Mary hittu vit í Landakirkjuni sunnudagin, og hon sær út sum ein diva, hóast hon ferðast onkustaðni ímillum 70 og 80 í aldri. Pól Kolbeinn – vanliga róptur Kolbeinn ella bara Kolli – var uppkallaður eftir abba sínum Poul Kristoffuri, langabba mínum, sum fórst á útróðri undir stríðsárunum seinru.

Vit løgdu tíðliga frá landi fríggjamorgunin hin 29. september. Flogfarið hjá Atlantsflogi skuldi fara stundisliga úr Vágum kl. 08:00. 65 fólk vóru í ferðalagnum, dastið heilir og hálvir gøtumenn og onkur leirvíkingur. Flogovastin Jóhanna á Bergi og maður hennara, togaraskiparin Eyðun á Bergi, vóru eisini við í ferðini, og táið AA-oddvitin fylti ár hendan dagin, var tað sjálvsagt, at Martin, komin yvir í Meðallandsbuktina, tók orðið frammi við cockpittið, og heilsaði Jóhonnu, gav henni eina føðingardagsgávu og takkaði fyri ta sera góðu viðferð og tað stóra hjálpsemi hon og felagið høvdu veitt okkum í sambandi við ferðina. Havi ikki sæð menn røða umborð í flogførum áður, men ein lærir so leingi man livir, og rætt skal vera rætt, tað er ein flógvari kensla at vera mynstraður umborð á einum føroyskum jarnfugli á flogi enn hesum erlendu flogførunum, ið hava tikið kappingina upp við tjóðarflogfelagið, kann eg eg ætla, havi ikki roynt tað, og fari tað valla heldur ímillum Føroyar og útlond - og aftur. Í hvussu er er hetta fyrsta ferðin, at ein 80 ára gamal maður hevur flutt fram røðu í einum flogfari, har eg havi verið partur av ferðaliðnum í flogbúkinum.

Eftir ein góðan tíma á flogi lendu vit í høvuðsborg Íslands, Reykjavík. Har stóðu strætisvagnar, sum fluttu okkum oman til ferjuleguna í Þorlákshöfn. Har lá Herjólfur, ferjan, uppkallaður eftir fyrsta landnámsmanninum í Oyggjunum - Herjólfi Bárðarsyni. Tað er væl longri túrur higani enn úr Landeyjahöfn, men tað bilti ikki, veðrið var av tí besta og vit vóru í undangongu, hann lá vestaneftir.

Alt var so sera væl fyriskipað av Martini og Honnu og íslendingunum. Tað ráddi bara um at fylgja boðum og komin í Oyggjarnar var móttøka í Safnahúsinum, har føroyska liðið var skivað sundur í pør og familjur, sum skuldu gista hjá frændum ymsar staðir í hesum býi, har áleið 4 túsund fólk búleika. Kendi ikki vertin okkara frammanundan, men kom at kenna hann heilt væl hesar dagarnar. Serstakliga fryntligur maður, og vit høvdu onki annað at gera, enn at kenna okkum sum heima. Pápi hansara var stjóri á navigatiónsskúlanum í býnum og sjálvur hevði hann roynt ymiskt. Verið húsasmiður, navigatørur og nú fekst hann nógv við at taka myndir fyri íslendsku fjølmiðlarnar. Hann hevði eisini verið fleiri ferðir í Føroyum og kendi nógvar føroyingar, hesin Óskar P. Friðriksson. Vinarbýirnir hildu síðani ein fund. Jóhan Christiansen, borgarstjóri, var við í ferðini, og hann tosaði við íslendska starvsfelagan saman við býráðslimunum, sum vóru við í ferðini.

Eftir ein túr við skjóttgangandi báti úti undir berginum á Heimakletti, í einum helli, løgdu vit at landi á Kaffi Kró. Har var lættur kvøldverður og fiskasuppa, sum Grímur Þór Gíslason, góði vinur Martins og okkara, hevði gandað fram úr nýggjastu rávøru. Orkestur spældi, og tað varð sungið á føroyskum og íslendskum hvørt um annað. Onkuntíð á báðum málunum í sama sangi, eitt nú táið Fagra Blóma rungaði á krónni. Boð vóru eftir Honnu við mikrofonina og Grímur kokkur hevði ikki gloymt hvussu væl mær dámar sangin Minning um mann, sum Logar úr Vestmannaoyggjum góvu út fyri mongum Harrans árum síðani, hann legði trýst á, og eg gav eftir. Eftir ein drúgvan túr, við fleiri ferðaskiftum – við bili, flogfari, strætisvagni, ferju og aftur við strætisvagni – var løtan komin til at brynja seg undir rekkjuváðini hjá Óskari til ein strævnan leygardag við knattspyrnu og Lundaballi.

Kvirra er yvir býnum, hóast lítið av fólki var í býnum kvøldið fyri, vit vitjaðu eina ølstovu, áðrenn farið varð til songar, men servitrisan helt fyri, at hetta var vanligt, táið árliga stórveitslan skuldi vera kvøldið eftir. Øll brynjaðu seg til seinasta dystin hjá IBV í kappingini, og til hesa serligu árligu lundaveitsluna í Oyggjunum. Vit vóru tíðliga á fótum morgunin eftir, og løgdu leiðina niðan í svimjihøllina. Svam hin obligatoriska hálva kilometurin og hitapottar fyri rest. Teir eru lívskunstnarar, hesir íslendingarnir, ravmagnið kemur innan av landinum og heitt vatn fæst ikki úr jørðini í Oyggjunum. Kortini megna teir at hava hesar heitu pottarnar undir opnum himni, hóast lofthitin ikki er meiri enn eini 4-5 stig. Teir tykjast vera væl fyri í hesum mikrosamfelagnum úti í Atlantshavi, svimjihøll og íbundin fimleika- og hondbóltshøll og í grannalagnum Hásteinsvøllur og Eimskipshöllin, sum er ein hálv fótbóltshøll, og oman ímóti strondini liggur hin mjúkligi golfvøllurin við 18 holum, sum fólk úr øllum heimi valfarta til, fyri at spæla hendan leikin, sum gerst alt meiri væl dámdur kring um knøttin.

Nú ráddi um at kvika sær. Enn einaferð skuldu vit hittast við Kaffi Kró, hesaferð til tess at taka eina rundferð kring oynna við bussi. Vitjaðu Sæheimar, Eldheimar, Gossavnið og Grím kokk, sum bjóðaði okkum alskins fiskaúrdráttir úr framleiðslu síni. Frábært má sigast, tikin úr leikum, hesin kokkurin, gitin um alt Ísland, og so er hann so óalmindiliga fittligur og vanligur, ger ikki mun á fólki. Nú vóru tey ferðandi farin at tosa um fótbóltin, sum skuldi byrja uppi á Hásteinsvølli kl. 14. IBV skuldi helst vinna dystin ímóti akureyringunum í KA, skuldu teir vera tryggir í evstu deildini – Pepsi deildini. Bikarið – steypafinaluna, vunnu teir fyrr í ár. Tveir føroyingar hava leikt við Íþróttabandalag Vestmannaeyja í ár. Jónas Þór Næs og gøtumaðuri n Kaj Leo í Bartalsstovu – báðir landsliðsleikarar.

Spenningurin er vaksandi í býnum, tosað verður ikki um annað enn knattspyrnu – fótbólt. Hevði tað ikki verið fyri Bikarið, sum IBV vann í finaluni ímóti FH, hevði hetta verið eitt rakár hjá felagnum. Nú ráddi bara um at vinna, fyri at tryggja sær sessin í bestu deildini næsta ár. Vit settu okkum í skýlið, har var fullsett. Áskoðararnir vórðu eggjaðir av tónleikarum og sangarum og føroyska ferðaliðið helt við IBV – um tað var ongin ivi. Jónas var við frá byrjan, og hesin knái føroyingurin setti seg í respekt beinanvegin, spelaði fram við síðulinjuni í høgru síðu, og var ein støðug hóttan frameftir, samstundis sum hann var ein skansi í verjuni. KA vóru ikki verri ta fyrstu løtuna, kanska ájavnir í fyrra hálvleiki. Nakað inn í seinra hálvleik kom Barstalsstovumaðurin á vøllin, og nú kom rættiligt lív í á vøllinum og millum áskoðararnar. Hann leikti sum ein leys kanón beint aftanfyri álopið, og ta løtuna hann var á vøllinum, var hann besti spælarin á vøllinum, og átti stóran leiklut í sigrinum m.a. við at skjóta seinasta málið, sum punkteraði KA endaliga. IBV var tryggjað. Fagnaðurin var øgiligur og Lundaballið var bjargað. Legði annars merki til, at ongin roykti í skýlinum, har var annars púra opið fyri - miðskeiðis í Atlantshavinum. Hav til allar síður og heiður himmal. Festi mær í vindilin, men tað skuldi eg ikki havt gjørt. Tvær súgvingar, so var ein ill rødd í hátalarunum, ið hoyrdist um alla oynna, sum kravdi at hesin formastiligi glyvramaðurin sløkti ballið umgangandi, annars varð hann vístur burtur frá stadion. Føroyingarnir stuttleikaðu sær óført av hesum, men íslendingar eru komnir hetta stigið longur í civilisatiónini.

Á vegnum heim til Óskar stukku vit inn á gólvið hjá einum skipara, sum eisini hevði verið tíðum í Føroyum. Hann fór eftir Cognac fløskuni og Egils øli. Av tí at Martin hevði heitt á meg um at røða á Lundaballinum, ráddi kurteisisliga um at leggja tunguna á, lítið meiri enn tað. Ávirkaðir røðarar eru størstu spottini tú kanst síggja, teir vanvirða lurtaran, og skuldu verið kveistraðir burtur frá pallum, sum teir koma sær nær í námind av. Hvat ið gerst eftir at røðan er flutt fram er annað mál, og hesum ræður bara røðarin fyri. Vit bæði Ann fóru nú undir at gera okkum klár til veitslu, Óskar kom við, og vit gjørdu ferðalag niðan í veitsluhøllina.

Og hetta var ikki hissini veitsla. Hendan stóra høllin var stúgvandi full av fólki, eini 700 segði onkur, og har var onki spart. Maturin var mega og tað leskandi ikki minni. Lundi, fiskur og hvalur og ikki um at tala turr grind og føroyskt saltað spik. Lagið var í topp. Kæti á fólki og setstur fekk eg eygað á gamla alttingsmannin Árna Jónsson. Nú er hann ikki so birgur sum onkuntíð, men eg fekk eitt lítið prát við hann, vit kennast frá norðurlendskum og útnorður samstarvi. Martin gekk á meg, hann hevði avrátt við fyriskipararnar, at eg skuldi umboða Føroyar á pallinum við eini røðu. Hon var ikki skrivað, bara nøkur stikkorð, tað er vónleyst at skriva eina røðu til eitt publikum, har tú ikki veist hvussu reykurin stendur. Ikki sørt fjálturstungin stóð eg uttanfyri og roykti, tá ein maður kom brestandi út ígjøgnum hurðina, og segði, at tímin var komin til mín. Tað sum ikki hevði verið kom nú, eg skalv allur sum eg var. Tá er tað bara ein spurningur um hvussu fyrstu sekundini ganga, um stemmugaffilin rakar tónan, og tað gjørdi hann. So væl, at the audience hall reisti seg fleiri ferðir og til endans stóðu fólk uppi á borðunum. Hugsi at tað hjálpti, táið eg tók aftur í Cicero og John F. Kennedy, og tulkaði teir soleiðis til høvið: ”En ég er eyjamaður.” Havi sett mær fyri, ikki at tosa enskt ella danskt við íslendingar. Tað ber væl til at tosa føroyskt mál við teir, snúgva tí smávegis yvir á íslendskan bógv, so riggar tað bara. Soleiðis gekst tað hetta kvøldið. Eftir hetta helt veitslan fram. Hýrurin var óførur, og tað var farið at lýsa fyri morgni, táið farið var oman til Óskar á Skólavegi aftur.

Sunnumorgun. Tíðliga á fótum og niðanaftur í Sundalaugið. Aftur teir obligatorisku 500 metrarnar í íslendskum vatni. 25 metra hylur við 4 geilum, helst gjørdur einaferð í seksti-árunum. Eftir tað var guðstænasta á skránni í Landakirkjuni. Kl. 14. Ungi presturin Viðar Stefánsson prædikaði, hann er føddur 3. oktober 1989, og hann hevði eina framúr góða prædiku. Altargongd var eisini hendan dagin, og har bleiv eg skákaður eitt sindur. Teir brúka bara kalik í Vestmannaoyggjum, og vit vóru fleiri sum viltust í hesi skipanini, í mun til í Føroyum, har flestu kirkjur eru farnar at brúka kalik og bikar. Í Føroyum ber til at tyggja breyðið, áðrenn prestur kemur við kalikinum og letur vínið í bikarið, men í Íslandi er øðrvísi. Fyrst koma teir við breyðinum og síðani við víninum, men tað sum vit ikki vistu var, at breyðið skal dippast niður í kalikin, og hevur tú brúkt føroysku mannagongdina, fyri at gera enda á breyðinum, fært tú onki vín í íslendskum kirkjum. Hetta hendi hjá mær, og tað var ikki sørt at Viðar smíltist við, táið hann sá hvussu óhjálpin eg var hesa løtuna. Við turran munn.

Tað sum eftir var av degnum sóu vit tað sum er at síggja í Vestmannaoyggjum. Óskar P. Friðriksson koyrdi okkum kring um oynna og greiddi okkum frá øllum sum vit hittu á leiðini. Fróðarmaður, sum visti nógv at siga frá, væl kunnaður um samfelagsviðurskifti og politikk, heima og úti, maður við fingrinum á pulsinum í allar mátar. Tað varð farið tíðliga niður hetta kvøldið, fráferðin úr Oyggjunum var morgunin eftir og tað ráddi um at vera væl fyri.

Vóru á fótum um 6-tíðina mánamorgunin 2. oktober. Eftir at hava skolað kroppin undir brúsini á Skólavegi settust vit við køksborðið. Ann tók upp í saman aftur, at Herjólfur fór frá bryggju kl. 8 sambært skránni, men Óskar helt uppá, at hann ikki fór úr Oyggjunum fyrrenn kl. 08:30. Og sjálvandi hevði hann rætt, hann var meinkunnugur á staðnum. Helt fyri við hann, at frægast var at vera í góðari tíð kortini. Hann býr eitt hanagleiv frá ferjuleguni, og vit løgdu frá húsum um 07:50-tíðina. Komin oman á bryggjuna er ikki ein sál at síggja. Óskar helt fyri, at ferðalagið mundi ikki vera komið fram enn. Kanska vit skuldu fara ein keitúr, meðan vit bíðaðu eftir teimum. Tað helt eg ikki. Síðani tóku vit viðførið úr bagasjurúminum, og komin inn í terminalin ringir Árant Hansen og spyr, hvar vit eru. Vit standa á bryggjuni, verður svarað, og tá er tað at Herjólfur smýgur sær spakuliga út frá brygguni, og sjáldan hava vit staðið so sum kánus, - sum hesa løtuna. Árant ringir aftur, og sigur, at tey royndu at fáa skiparan at leggja at aftur, men tað eydnaðist ikki. Segði honum, at tað hevði eg heldur ikki gjørt, var eg skipari á Herjólfi, men nú vóru góð ráð dýr.

Óskar var í døpurhuga. Her stóðu vit bæði Ann við ongum farti, og bæði høvdu ein gerandisdag við arbeiði, sum bíðaði okkum í Føroyum. Allar alternativar loysnir vóru hugsaðar ígjøgnum, men hetta sá ikki gott út, vit vóru strandað á eini veðurbardari oyggj úti í Atlantshavi, og flogfarið til Føroya fór úr Reykjavík kl. 13:15.

Hóast Óskar hevði mistikið seg, vísti hann nú, at hann var maður fyri sín hatt. Við ferð óku vit niðan á flogvøllin. Har stóð eitt lítið flogfar, sum skuldi inn á meginlandið, men tað var fullsett. Ongin kjansur. Nú legðist hann á telefonina, og bráðliga var Grímur kokkur komin honum til hjálpar. Ein maður afturat okkum báðum var eisini strandaður av somu orsøk, hann var dekkari við nótabátinum Kap, sum var komin inn at landa makrel, og hann gjørdist eisini ov seinur til Herjólf. Júst í løtum sum hesum ræður um at doyva adrenalinið. Segði við Óskar og konuna, at eg einaferð hevði ligið bakk á Reykjanesrygginum tað mesta av eini viku, og tá slapst heldur ongan veg, so hetta mundi eisini fara at ganga. Bráðliga hava teir báðir Óskar og Grímur fingið fatur í einum lítlum hýruflogfari, sum tók 3 fólk, men hann øtlaði nú veðrið, vindurin vaks, tí var tað ikki víst at hetta var ein møguleiki, men hann vildi royna.

Tað gekk ein løta, nú hurra ljóð sum frá eini seymimaskinu í luftini yvir flogvøllinum, og nú er tað lítli velurin, ið er á veg, sum skal flyta okkum inn á Bakkaflogvøllin. 3 ferðafólk, ein motorur og vaksandi vindur. Maskinan var ikki av nýggjari dato, men flogskiparin var ungur og bræsin, og vit løgdu okkara lív í hansara hendur. 8 minuttir seinri lendu vit inni á meginlandinum. Óskar og Grímur høvdu greitt alt so væl, at ein leigað bifreið stóð fyri okkum soleiðis, at vit kundu flyta okkum sjálvi niðan til Reykjavíkar, har flogfarið hjá Atlantsflogi bíðaði okkum. Tað var en frígerandi løta at sita aftanvert ratti allan hendan vakra túrin - av Bakkaflogvølli niðan til Reykjavíkar flogvøll. Tað besta av øllum var, at ongin í ferðalagnum visti um skilið hjá okkum báðum og hesum unga íslendska dekkaranum, sum kom við okkum, hann búði í útriðini av Reykjavík.

Koyrdi sum ein ávísur var í hølunum á okkum, - nú ráddi um at yvirhála restina av ferðalagnum. Dekkarin varð settur av har hann búði, hann bunkraði fyri okkum afturfyri at vit borgaðu bilin. Burturúr allari neyðini gjørdist úrslitið, at vit vóru í Reykjavík ein heilan klokkutíma fyri ferðalagnum, sum var á veg við Herjólfi. Á flogvøllinum stóð biskuppurin í russisku kirkjuni í Íslandi fyri okkum, og vit fingu eitt gott prát saman, áðrenn flogfarið Elinborg lætti veingirnar og flutti okkum til móðurlandið aftur.

Ein frálík ferð var at enda komin. Hetta óvanliga góða vinarlagi ímillum eyja- og gøtumenn fer at halda fram, fólkið líkist somikið í sinn og skinn, livir undir somu korum, og hevur ein vilja til at standa uppi av sær sjálvum. Takksamur eri eg fyri, at ein hálvur gøtumaður og kona hansara enn einaferð fingu hendan møguleikan, sum seint verður gloymdur, ikki minst hesi grand finaluni fyri at takka, táið Herjólfur smoygdi sær undan okkum og hesin lítli stálspurvurin flutti okkum upp á Bakka, sum teir siga í Vestmannaoyggjum.

Til endans ein stór tøkk til mín góða vin Martin Juul Jarnskor fyri, at hann heldur stiminum uppi í vinarlagnum, og letur okkum onnur fáa ein bita burturav vinskapinum ímillum frændurnar í Norðurhøvum. Tú hevur sanniliga gjørt tína herskyldu á hesum mótinum. Takk fyri eitt gott kollektivt huglag á ferðini øll somul, vónandi síggjast vit aftur í Oyggjunum um ikki so langa tíð.

tórbjørn jacobsen

Vestmannaoyggjar

Martin Juul Jarnskor

Hanna sum ein føroysk Janes Joplin

Grímur fær málning sum Erla Olsen málaði

Jóhan Christiansen, borgarstjóri

Óskar og Ann

Flogfarið, sum flutti okkum av oynni

Russiski biskoppurin og ein annar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo