Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

- Ein poetur hevði kunnað sett vøkur orð saman um bragdið U17 garparnir hava framt í Gøtuborg.

- Vit lata myndirnar tala, skrivar myndamaðurin Harald Bjørgvin.

Sí myndir her

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar: Føroyar blivu allarfremst av teimum 24 luttakandi liðunum í European Open. Vit hava vunnið á so mætum hondbóltstjóðum sum Spania, Noreg, Ungarn og nú Svøríki í finaluni. Eitt fantastiskt bragd av okkara ungu monnum framman fyri 6000 áskoðarum í Scandinavium í Gøteborg.

Ein sonn sensasjón í Gøteborg í kvøld, tá U17-landsliðið smurdi Svøríki av í finaluni, heili 36-29, eftir 16-15 í hálvleikinum.

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10
Janus Dam Djurhuus 6
Pauli Mittún 6
Hákun West av Teigum 5
Viktor Gaini 3
Sveinur Olafsson 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo