Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Heidi Sevdal hevur lagt Føroyar á odda 1-0 ímóti Luksemborg. Úrslitið gjørdist 5-1 til føroysku kvinnurnar - Mynd: Jóannes Albert Nielsen

FSF: - Eg eri sjálvandi sera glaður fyri hendan dystin, og úrslitið varð eisini framúr gott. Soleiðis sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari eftir 5-1 sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum á Luksemborg.

Tað byrjaði longu í sjeynda minutti, tá Heidi Sevdal skoraði til 1-0. Síðani øktu Eyðvør Klakstein og Ásla Johannesen um føroysku leiðsluna. Eftir steðgin helt føroyska liðið áfram við at trýsta, og tá 53. minuttir vóru spældir skoraði Lív Arge til 4-0, áðrenn Heidi Sevdal tíggju minuttir seinni gjørdis sítt annað mál í dystinum.

Sum heild vóru okkara kvinnur betri, og sigurin kundi eisini verðið størri. Millum annað fingu Føroyar brotsspark, men skotið hjá Olgu Kristinu Hansen úr ellivu metrum fór omanfyri málið. Tá tveir minuttir vóru eftir at spæla minkaði Luksemborg til 5-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

- Dysturin bleiv tíðliga avgjørdur, so tað gjørdi, at vit fingu frið yvir okkara spæl. Allar spældu væl, megnaðu at halda fokus, so alt í alt eitt góðkent avrik av øllum mínum spælarum, sigur  landsliðsvenjarin, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

MYNDIR

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo