Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Innlendis ítróttur

SÍ MYNDIR HER

Føroya Fimleikasamband: Leygarkvøldið 26.mai var Fimleikagalla 2018 í Bylgjuni í Runavík.

200 íðkarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir og innboðin vóru við til at skapa eitt fantastiskt kvøld, har fimleikurin var heiraður. Sum altíð var skráin á tremur við góðum undirhaldi, tónleiki og mati.

Ársins handanir í estetiskum og amboð:

Ársins drakt: Kvinnur Hydra, Fimleikafelagið Ljósið

Ársins seria: Kvinnuunglingar Vípan, Fimleikafelagiðstøkk

Ársins venjari: Maria B. Jakobsen og Sólbjørg Juliansdóttir

Ársins lið: Gentur Lyra, Fimleikafelagið Ljósið

Ársins amboðsíðkari kvinnur: Rebekka Ingadóttir Rein, Havnar Fimleikafelag

Ársins amboðsíðkari menn: Aron Jacobsen, Havnar Fimleikafelag

Ársins amboðsvenjari kvinnur: Margreta Samuelsen, Fimleikafelagið Ljósið

Ársins amboðsvenjari menn: Eyvind A. Hansen, Havnar Fimleikafelag

Ársins heiður: Erla Mikkelsen, Guðrun Guðjónsson og Harald Joensen

Hetta er fimta árið, at fimleikagalla verður hildið. Tað vóru Sasho Bjartsson og Gunn R. Hermansen, sum tók stig til at fyriskipa og, saman við FFS, hava staðið á odda fyri stórsligna kvøldinum. Í ár var fyrstu fer at Fimleikafelagið Støkk fyriskipaði, og tað var sera væl fyriskipað. Næsta ár verður Fimleikagalla 2019 fyriskipað av Fimleikafelaginum Ljósið.

SÍ MYNDIR HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo