Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Krutl

Í hesum døgum fór ísraelska útgávan av Gay Pride av bakkastokki.

Tað hendi fríggjakvøldið tá tólv transpersónar luttóku í kappingini um at gerast landsins fyrsta 'Miss Trans'.

Kappingin var í Tel Aviv í Habima-teatrinum.

Tann kristni arábarin Talin abu Chana, sum er 21 ár, vann, og kann nú kalla seg 'Miss Trans'. Hon vann harumframt eitt gávukort á 15.000 dollarar til vakurleikaoperasjónir í Bangkok, og skal eisini umboða Ísrael undir 'Miss Trans Star', sum verður í Barcelona í september.

Ísrael er kent fyri at vera óvanliga homo- og transvinarligt, sammett við hini londini í økinum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo