Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

SÍ MYNDIR HER

FSF: Kvinnulandsliðið setur í næstum hol á undankappingin til EM 2021, ið verður í Onglandi á sumri 2021.

Í dag hevur liðið havt tvær venjingar á skránni, og í morgin kunngerð landsliðsvenjarin, John Petersen, liðið til dystirnar ímóti Wales og Hvítarussland. Hetta er samstundis fyrsti undarkappingardysturin hjá John Petersen, ið tók við venjarastarvinum fyrr í ár.

Fyrri dystur verður 29. august 2019 kl. 17:00 á Tórsvølli, meðan seinni dysturin verður spældur á Borisov Arena í Hvítarusslandi tann 3. september 2019 kl. 19:00 (føroyska tíð).

Landsliðsúttøkan fer fram á tíðindafundi kl. 10:00 í FSF húsinum, samstundis byrjar eisini atgongumerkjasølan til heimadystin ímóti Wales.

Smyril Line og Betri eru høvuðsstuðlar hjá kvinnulandsliðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo