Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Innlendis ítróttur

Kunningin áðrenn renningina

Hvistan: Leygardagin var rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni vertur fyri BETRI vetrarkappingini, sum í ár var runnin í Vági.

Veðrið leygarmorgunin var kalt og eitt lítið lot, men kortini góð rennilíkindi, tá ið teir umleið 40 rennarnir hildu avstað av Vágseiði út á Nes og so vestur aftur á Vágseiði, børnini runnu góðar 4km og tey vaksnu knappar 9km.

Á heimasíðuni hjá Fræslum Ítrótti í Føroyum eru øll úrslitini frá kappingini og í øllum bólkunum, umframt eisini nakrar myndir frá degnum, ið annars endaði í Meinigheitshúsinum í Vági har Grannakaffi var á skránni har rennarar, stuðlar, bygdafólk og gestir løgdu leiðina inn á gólvi, til prát, kaffi, heiðursmerkjahandan og hugna. Heimasíðan sæst HER

Hvistan kundi annars serliga gleðast yvir, at vinnarin í opnabólkinum fyri kvinnur, gjørdist ein av Hvisturennarunum, Margreth Petry Augustinussen.

Komandi vikuskifti verður aftur tiltak í Vági, tá ið Fræslur Ítróttur í Føroyum vitjar suður við talentbólkinum, ið fer at venja í Marghøllini og eisini bjóða ungum suðuroyingum møguleikan at royna seg í ymiskum frælsum ítrótti í Marghøllini, tó ikki í kapping, men sum hugni og við tí fyri eyga, at kveikja áhugan hjá ungdómin at royna seg í frælsum ítrótti. Meira at frætta um hetta verður á facebook vanganum hjá Røslufelagnum Hvistuni í vikuni.

Nakrar myndir frá seinasta vikuskifti síggjast her, ið Kamilla Sørensen næmingur á ítróttaháskúlanum tók.

Øll hildu avstað

Fyrstu børnini á veg á mál

Vinnarin í opnabólkinum fyri menn, Eirikur Hansen á veg á mál, júst í einum kavaælið.

Formaðurin í Frælsum Ítrótti í Føroyum, Hallur Holm á veg á mál. Komandi vikuskifiti vitjar hann aftur, við talentbólkinum, tá ið tey vitja í Marghøllini

Fremstu rennararnir í opnum bólki fyri kvinnur, vinnarin gjørdist úr Hvistuni Margreth Petry Augustinussen

Formaðurin í Hvistuni saman við vinnararnum í opnabólkinum fyri kvinnum

Grannakaffi var í Meinigheitshúsinum aftaná renningina, har allir rennarnir vóru bodnir við. Grannakaffi ið Hvistan saman við bindikonunum í Stóra Pakkhúsið skipaði fyri, var sera væleydna og sera nógv fólk vitjaðu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo