Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

BUBU: Sum vit skrivaðu um í gjár, so legði BUBU avstað á 2. túri sínum, undir verkætlanini BUBU á ferð. Arthur Johansen ynskti blíðan byr til súkklarnar og vísti á týdningin av verkætlanini, sum fleiri enn 30 súkklarar vóru við í gjár, tá ið leiðin byrjaði á Strondum, har EFFO hevði boðið til kaffi, te, sunkist og okkurt søtt afturvið.

Bert ein tíma seinni, vóru allir súkklarnir komnir gjøgnum rundkoyringina í Runavík, har Sølvi Reinert Hansen mentanarleiðir og Torbjørn Jacobsen borgmeistari tóku ímóti, umframt børn og vaksin, ið ynsktu at heilsa uppá og stuðla. Torbjørn Jacobsen gav sær eisini stundir at siga nøkur mergjaði orð, og takkaði hann fyri at stig vóru tikin til hesa verkætlan og samanbær við “kit”, sum bindur saman í millum tað almenna og privata, soleiðis at hond verður tikin um øll, soleiðis at øll børn í Føroyum, kunnu fáa góð og gevandi barnaár. At enda bleiv ein felagsmynd tikin, og súkklarnir hildu leiðina móti Leirvík. 

Í Leirvík var hópin av fólki komin saman, at taka ímóti, og lagi var gott, har EFFO eisini her, hevði sett á borði og boðið teimum vitjandi ymiskt gott. BUBU sang nakrar av sínum sangum,  og greiddi síðani frá um verkætlanina, áðrenn hópin av myndum blivi tiknar, og øll hugnaðu sær við einum kaffimunn og øðrum.

Nakrar myndir eru her frá frálíka túrinum í gjár, har súkklarar høvdu sera gott veður á øllum túrinum, og hildu tíðarætlanina allan vegin.

Sí myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo