Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Skúlablaðið: Í Skúlanum á Giljanesi hava næmingar sjálvir tikið stig til lesiring. Oddmar Ravnsfjall, sum er bókavørður í skúlanum, er lesiringinum til hjálpar.

Skúlablaðið hevur spurt hann ymiskt um lesiringin, umframt annað, sum hevur við arbeiðið sum bókavørður at gera.

Hvat heldur tú um lesiringin á Giljanesi?
- Eg haldi, at tað er ordiliga flott, at næmingarnir sjálvir hava tikið stig til lesiringin og síðan eru komnir til mín. Tey, sum eru við, hava meldað seg til sjálv, tað var als ikki neyðugt at fara út og biðja næmingar. Til morgunsangin varð sagt frá lesiringinum, sum fór at byrja, og beinanvegin vóru fleiri, sum vístu áhuga. Hesi, sum eru í lesiringinum, hava ein serligan felagsskap, teimum dámar øllum væl at lesa. Summi lesa seint og onnur skjótt, men øll hava tey ein vilja at lesa. Tey gleða seg til at koma saman, at práta saman og hyggja at filmi. Í lesiringinum hava tey gjørt av, at tey sleppa at velja eina bók í part. Tey hava í huga, um filmur eisini er til bókina, tí tað setir bókina í eitt annað perspektiv. Tá síggja tey, hvussu onnur hava hugsað um søguna, og tað kann eisini vera við til at geva nakað.

Heldur tú, at ein slíkur lesiringur gevur næmingunum nakað annað, enn undirvísingin í føroyskum annars ger?
Tey fáa meira burturúr, tí øll vísa áhuga og eru við. So er vanliga ikki í tímanum. Tey tíma at tosa um bókina og persónarnar í bókini, og tey føla seg trygg saman við hinum, tí tey eisini hava áhuga í at tosa við og lurta. Man kundi hugsað, at aðrir næmingar halda lítið um ein lesiring, men so er ikki; eg havi ikki varhugan av, at tað verður sæð niður á hetta, tvørturímóti virkar tað sum, at fleiri øvunda teimum, sum lesa. So hetta kann vera kveikjandi fyri onnur eisini. Trupulleikin er tó tann, at børn í dag hava so nógv at gera, ítróttur, arbeiði og onnur frítíðarítriv. Júst tí hevði tað verið eyka gott fyri tey at havt eina friðarliga løtu at lesa í. Tí er eisini trupult at finna dagar, har tað liggur fyri hjá øllum, onkur má velja hetta fram um t.d. ítrótt. Summir næmingar eru við, sum ikki blíva lidnir við bókina, men hesir vilja kortini vera við í felagsskapinum, og tey kýta seg uppaftur meira fyri at vera við, so fyri tey er hetta sera góð lesivenjing.

Hvussu er støðan í dag, halda næmingar tað vera kul at lesa?
Tað vísir seg, at gentur hava størri áhuga fyri at lesa sum heild. Hví tað er so, veit eg ikki, men kanska hevur hetta nakað við búning at gera. Dreingir fara ofta at lesa seinni. Tað er ikki líka væl umtókt at lesa ímillum dreingir, sum tað er ímillum gentur. Kanska er eisini ymiskt, hvar áhugin liggur, tá tað kemur til at lesa. Dreingjum dámar ofta væl teknirøðir, sum gentur kanska ikki hava so stóran áhuga fyri. Summi eru tó, sum halda tað vera “nørdasligt” at lesa. Í lesiringinum er tað týdningarmikið at velja bøkur á ymsum torleikastigum, so tey, sum ikki eru so sterkir lesarar, eisini hava møguleika at vera við og fáa nakað burturúr.

Í lesiringinum eru tey 14 næmingar tilsamans úr 6. til 10. flokk.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo