Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Sambandsflokkurin
Báður á Steig Nielsen, floksformaður

Tann 15. mars 2017 sendi eg soljóðandi spurning til Sambandsflokkin: Nær er stjórnarskrá Danmarkar vorðin stjórnarskrá okkara?

Av tí at vit nú hava 15. juni 2017, og eg enn einki svar havi fingið, hóast eg minti á spurningin bæði 15. apríl og 15. mai 2017, skal eg loyva mær at minna á málið.

Fyri at lætta tykkum um havi eg fingið spurningin týddan til eitt fremmant mál: Hvornår er Danmarks riges grundlov blevet gældende som grundlov på Færøerne?

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo