Fyri bert fáum árum síðani fall nú 185 ára gamli Føroya Sparikassi í klørnar á fólki við óútrokniligum eginleikum og primitivari fatan av, hvussu lógir og reglur um pening og ognir í varðveitslu skuldu handfarast og umsitast.
Tað tók hesum fólkum 10 ár at forkoma og jarðleggja Føroya Sparikassa og renna hann skammiliga í søguna.
Hesir somu vitloysingar høvdu fleiri ferðir broytt navnið á sparikassanum til eitt satt konglomerat av nøvnum – loksins til eitt barnsligt, fjákut navn, har tað ikki var vanligt at navngeva við lýsingarorði.
Føroya Sparikassi – stovnaður 1832 sum Færø Amts Sparekasse, navnabroyttur av sparikassanevndini við Jens Koch sum nevndarformanni (dómari í 1965-1972) – var um okkara leiðir eins høgt í metum sum Bank of England í stóru verð. Vanliga kallaður ”Old Lady.”
Føroya Sparikassi var okkara ”Old Lady.”
Skammiliga varð hon flensað og tveitt í dýki.
Leivdirnar eru har enn, og aktørar í Tinganesi, á Kongabrúnni og Yviri við Strond sutla í dýkinum sum dunnur í hylum.
Fyri minni enn einum ári síðani varð ein nýggjur stjóri settur at umsita toftirnar av Føroya Sparikassa.
Hesin stjórin er nú rendur til hús.
Nær gevast vit við at sutla í runudýkinum?
Tá ið tað verður væl og virðiliga sópað og ruddað burtur.
Fyrst tá, fyrstani tá!
Heri Mohr
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo