Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Tað er tankavekjandi, at trioin Erlendur P., Hanus Hø. og DPD fóru til tað fyrsta valgið hjá tjóvaveldistum undir øgiligum rakstrarrópum, gorri og kirkjubíggjar-ýlum, at BEINT NÙ, altso TÀ, skuldi loysingin fremjast, tí teirra flokkur var tann einasti, sum "rættir føroyingar" áttu at velja.

Teir vóru so naivir, at teir trúðu, at teir skuldu hava minst 10 mans á ting.

Tá ið avtornaði og tann síðsti lygnaktigi "14. september", sum spýði gor og gall yvir øll javnaðar-, sambands- og sjálvsstýrisfólk, var koyrdur í skrell, fingu teir TVEIR, eg taki uppaftur TVEIR mans valdar.

Tad var alt, og teirra larmandi ovurguru, sum stillaði upp í Suðuroy og ætlaði at "taka oynna" frá Petur Mohr Dam, ja, hann dumpaði so eiggiliga og fekk ekstremt fáar stemmur, tí suduroyingar hugsaðu skilagott og socialt.

Tað var eitt gigantiskt tap fyri hjálpar-loysingina og førdi við sær, at teir máttu fáa sær eitt socialt agn til næsta valg í staðin fyri tað stupidu nationalismuna.

Áðrenn høvdu teir verið totalt líkaglaðir við allan socialpolitikk.

Men í dag, altso næstan 70 ár seinni eru teir ikki komnir longri og forstanda ikki, at tann føroyski veljarin ikki vil vita av hvørki fundamentalismu ella nationalismu.

Slíkar politiskar opportunistiskar rørslur hoyra heima á tí søguliga øskudunganum, men kortini blíva bæði Háfossur, Fríðriksmarkið og loysingar-førarin við at trútta og JÓTRA hesa somu grammofonplátuna hjá paranoidum kirkjubíggingum.

Tey duga ikki til politiska debatt; tey kunnu bara klíggja uppaftur, gumla og jótra teir somu republikønsku flosklarnar hjá Erlendi P. um, at "danir mergsúgva, eyðræna og kúga okkum", hóast Erlendur sat vælgøddur og hampuliga vælklæddur í nálastrípaðum dressi á Fólkatingi síni síðstu ár við snotuligari strembi-leðurmappu, meðan hann varisliga viðhvørt smágoyði okkurt lítið pipp um hjálpar-LOYSING.

Alt tað blindaða tjóvaveldisliðið hevur í fleiri ár roynt at lokka aðrar flokkar til eina vitleysa høgnesiska SHARIA-lóg, sum teir allarfægstu føroyingar ynskja, tí teir vita, at tað finst ikki betri og rættvísari grundlóg, enn tann danska, sum bæði Erlendur P. og Høgni H. hátíðarliga hava undirskrivað at halda.

Slepp fólkinum aftur at debattera og slepp teimum undan tvangstankum sum tí høgnesisku sharia-grundlógini og allari aðrari republikanskari jótring.

Tann groteski Hovsfundurin, sum var ein politisk revy, har oddafólk í loysingar-missiónini vitnaðu fyri opnari mikrofon við sterkum "besvørjilsum", segði alt um, at hasin flokkurin er ikki fyri vaksin fólk, og tí mugu aðrir flokkar til valdið, meðan loysingar og aðrir politiskir óvitar kunnu sleppa at jótra og beistast í andstøðu.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo