Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Álitið frá meirlutanum í Rættarnevndini, sum feldi tingmál 134/14 (sí her) innihelt hesa grundgeving: ” Meirilutin heldur, tað er rættast at bíða eftir hesi kanning, áðrenn støða verður tikin. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.”

So er spurningurin um henda kanning er komin nakran vegin ella hon er dottin niðurfyri. Í tíðindaskrivi 25. marts 2015 (sí her) stóð millum annað: ”Ein óheft kanning verður sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum”.

Henda avtala bleiv gjørd ”i nattens mulme mørke” millum Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og Felagi føroyskir peningastovnar. Allarhelst kom hon í lag tí ov nógv rumbul var í almenninginum og at polittikkarar í bæði andstøðu og samgongu vístu málinum ans og vildu stemma fyri uppskotinum hjá Høgna Hoydal.

Men sum øllum kunnugt bleiv málið felt, tí ein avtala um kanning bleiv gjørd.

Men hvar bleiv so kanningin av? Og nær kunna vit vænta eitt úrslit?

Føroyar hava krav á einum svarið.

KT áhugaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo