Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í dag hevur Eysturkommuna havt vitjan av norðmonnum í sambandi við fótbóltshøllina í Leirvík, og sambært borgarstjóranum so eru umstøðurnar góðar í Leirvík.

- Nú nærkast einum endaligum uppskotið til fótbóltshøllina, sigur borgarstjórin Jóhan Christiansen, tá ið VP spyr í sambandi við at tveir norðmenn hava verið í Leirvík og kanna umstøðurnar.

Ætlanin er at hava eina full-size høll, tað vil siga hon verður yvir fullan fótbóltsvøll, og sambært borgarstjóranum, so liggur kostnaðurin um einar 50 milliónir norskar krónur, tað vil siga góðar 40 milliónir føroyskar.

- Nú bíða vit eftir einum tilboðið, sum so verður lagt fyri býráðið til endaliga støðutakan, sigur borgarstjórin sum ikki dugur at siga neyvt nær tað verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo