Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tá lønarsamanberingar verða gjørdar, er neyðugt at hyggja eftir øllum pørtum í lønini. Ein uppgerð yvir samlaðu lønargjaldingarnar í fjør fyri lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísir, at munurin á útgoldnari løn einans var 544 krónur um mánaðin, svarandi til 1,43 prosent.

Í mars í ár vóru einans 29 krónur á muni millum kostnaðin av einum lærara og einum sjúkrarøktarfrøðingi. 

Í miðlunum hevur verið gjørt nógv burturúr, at stórur munur er á endalønini hjá lærarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Rætt er tað, at við einans at hyggja eftir lønartalvuni hjá hesum báðum lønarbólkum, er á pappírinum umleið 4.000 krónur á muni í mánaðarlønini.

Tað gevur tó lítla og onga meining bert at hyggja eftir sjálvari lønartalvuni, tí tá samanberingar í lønum verða gjørdar, er neyðugt eisini at hyggja eftir øðrum pørtum av lønini.

Kostnaðurin av einum sjúkrarøktarfrøðingi í mars 2017 var í miðal 39.199 krónur, meðan ein sáttmálasettur lærari í miðal kostaði 39.228 krónur. Við øðrum orðum ein munur á einans 29 krónur um mánaðin.

Orsøkin er, at sjúkrarøktarfrøðingurin fær ótíðargjøld fyri at arbeiða skeivar tíðir.

Ein annar partur av frágreiðingini er, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fáa førleikaviðbøtur á ávikavist 750, 1.000, 1.250 ella 2.000 krónur um mánaðin. Marsmánaði er valdur sum dømi, tí hesin søguliga hevur verið brúktur til útrokningar í sambandi við sáttmálasamráðingar. Hetta orsakað av, at hesin mánaðurin er mest regluligur í mun til arbeiðstíðir.

Eisini er áhugavert at hyggja eftir tølunum frá Gjaldstovuni yvir samlaðar lønarútgjaldingar í 2016, íroknað eftirløn. Við at halda hetta upp ímóti talinum av fulltíðarstørvum, er miðal mánaðarlønin hjá lærarum 38.483 krónur og hjá sjúkrarøktarfrøðingum 37.939 krónur. Sostatt var munurin í útgoldnari løn fyri alt árið 2016 millum hesar báðar fakbólkar bert 544 krónur um mánaðin, svarandi til 1,43 prosent.

Viðbøturnar og ótíðargjøldini hava verið við í samráðingum, og onkuntíð hevur peningur verið tikin av karminum og nýttur til at hækka hesi gjøldini. Um hetta ikki hevði verið gjørt, var tann fasta lønin hægri, enn hon er í dag.

Samanumtikið er tað ikki rætt tá sagt verður, at lærara og sjúkrarøktarfrøðingar hava stóran lønarmun. Tað er munur á lønarsamansetingini, men samlaða lønarútgjaldið fyri hvørt stavsfólk er nærum tað sama. Hartil er sjálvandi munur í arbeiðstíðum, arbeiðsuppgávum og arbeiðsábyrgd, men hetta eru fyritreytir, ið eru ymiskar fyri nærum allar starvsbólkar.

Lønardeildin, Fíggjarmálaráðið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo