Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Kyndil.fo: Kyndil hevur besta mansliðið og besta kvinnuliðið við í steypafinalunum leygardagin. Fleiri enn 30 av spælarunum í hópunum báðum hava slitið sínar barnaskógvar í Kyndli. Gongdin er úrslit av miðvísum ungdómsarbeiði í felagnum.

Kvinnuliðið hjá Kyndli er í síni fjórðu steypafinalu í fimm ár. Kyndilskvinnur vunnu steypakappingina í 2014 og 2017. Í FM-finalunum hava kyndilskvinnur verið øll árini frá 2013 til 2017 og vunnið tvey FM-heitir. Í ár liggja tær væl fyri at koma aftur í FM-finalurnar.

Kyndilsmenn vunnu steypakappingina í 2014 og spældu seg aftur í finaluna í ár við tveimum sigrum á VÍF. Nøkur ár eru liðin, síðan kyndilsmenn vóru í FM-finalunum, men mansliðið tykist nú at hava megi og samanseting til at røkka langt næstu árini.

Við yngru liðunum hevur Kyndil vunnið 44 steyp í FM- og steypakappingum síðan 2010. Í ár hevur Kyndil tvey lið við í steypafinalunum hja teimum yngru, G10 og D14. D16 og G18 vóru nøkur fá mál ov stutt at koma í finalurnar.

Kyndil setti í heyst ungdómsmennara í starv at byrja kappingarárið 2018/2019. Talan er um danan, Jonas Dehn Andersen, sum skal standa fyri at menna øll ungdómsliðini. Hann skal eisini vera bindilið millum ungu liðini og fremstu liðini.

Fortreytirnar fyri menningini skuldu verið av teimum bestu, nú høllin á Hálsi er vorðin tvífalt so stór sum frammanundan. Kyndil var virkið í trý ár at fáa hallarmálið framt í Gundadali og fegnast um, at kommunan loysti tað.

Framtíðin skuldi sostatt verið trygg - og grøn!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo