Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Smbært Eivind Jacobsen á R7 skal bóltfelagið B36 ein sparki-túr til Albanien.

- Hann veit eisini at siga, at akkurát á markinum millum Montenegro og Albanien, har B36 skal sparka, eru í støðum ikki færri enn 24 km til nærmasta frisør.

Hesi skakandi hár-tíðindi eru ikki sørt forvitnislig fyri okkara kultur-elitu, sum nú er komin undir almenna forsorg og hevur fingið heilt ókeypis innivist í Hoydølum.

Vit føroyingar hava jú í 1970´unum havt rættiliga intimt samband (bæði politiskt og hárkosmetiskt) við tað táverandi kommunistiska Albanien, eftirsum fleiri av okkara fremstu intellektuellu oddamonnum valfartaðu hagar sum politiskir pílagrímar.

Okkara fyrrverandi appendix-umboð í Bruxelles, tann stillføri og ekstremt lítillætni Carl Johan Jensen og tann íverksetandi guitar-buldrarin Rani Nolsøe ferðaðust dúgliga til paradísið, og teir vóru báðir hjá lands-frisøri í Albanien, har teir fingu kutað meira enn eina hálva alin av hári, so teir vóru snøggir, snákaðir og relativt nossligir, áðrenn teir sluppu inn í tað elskaða fongslið hjá teirra stóru fyrimynd, megin-mordaranunm Enhver Hodja.  

Felagið B36 átti at boðið teimum gomlu salonkommunistunum við til Albanien sum staðkønar, so teir nostalgiskt rørdir kundu notið sítt fyrrverandi politiska feitilendi.

Teir kundu kanska eisini farið aftur til klippingar - tað er heilt ótrúliga bíligt at snáka sær í Albanien.

Men Albanien er ikki heilt tað sama í dag, sum í teirra salonkommunistisku ungdómstíð, og man sleppur at ganga bæði ófantaligur og hálvloðin, uttan tvangs-klipping.

Vit ynskja B36 góðan dyst og forstanda væl, hvis teir ikki skoyta um at hava kultur-fantastarnar við.

Kulturmenninir hava eisini knappa tíð nú teir brynja seg til at ekspropriera tað vakra umhvørvið í Hoydølum, sum skjótt kann blíva eitt fongsul ella ein almennur køstur.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo