Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Avsetti forsetin í Sudan, Omar al-Bashir, verður kannaður fyri hvítvasking eftir at løgreglan fann 863 milliónir krónur í heimi hansara.

Bæði evrur, dollarar og sudansk pund til eitt virði á 130 milliónir dollarar vóru í vikuskiftinum funnin stappað í kuffert og kornsekkir heima hjá fyrrverandi forsetanum, upplýsur leiðarin í stýrandi hernaðaráðnum, Abdel Fattah el-Burhan.

Samstundis hevur ríkisákærin í landinum biðið um at allar ognirnar hjá fyrrverandi stjórnini í Sudan verða skrásettar, og at allir handlar hjá fyrrverandi tænastumonnum og familjum teirra verða steðgaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo