- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

- Tað fæst ikki semja í nevndini um uppskoti um Stjórnarskipanina, sigur næstformaðurin í nevndini, Bill Justinussen, við Útvarpið.

- Tað er einki sum talar fyri tí, at eitt álit kemur úr nevndini, og áhugin fyri fundunum er eisini minni nú enn hann var at byrja við, sigur Bill Justinussen.

Næstformaðurin sigur við Útvarpið, at ósemjurnar í nevndini eru tær somu sum tær altíð hava verið.

- Fleiri halda at málið er ikki búgvið, at talan er um eitt loysingarskjal, har ósemja er um hvar tað liggur, omanfyri ella niðanfyri ella ájavnt við grundlógina, so tað eru fleiri viðurskifti sum ikki geva eina semju.

- Málið skuldi verið víst burtur, sum umsitingin í Løgtinginum mælti til, segði Bill Justinussen millum annað við Útvarpið á middegi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo