Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Nú inflatíón er komin i gitingar um fyrrverandi næstformann sambandsfloksins er ivaleyst upp á sítt pláss at gera hesa viðmerking. Viðmerkingin er gjørd uttan at tosa við nakran annan ella at biðja um loyvið. 

Í oddagreinini í Sosialinum sigur Eirikur Lindenskov at tað var taktiskt skeivt at skifta næstformann í Sambandsflokkinum.

Út frá tí at fyrrverandi næstformaður brúkti nakrar dagar til at umhugsa støðuna og at melda seg úr flokkinum, so er trupult at síggja tað taktisk skilagóða í at geva persóni næstformanssess, sum annars ikki hevur hug at vera í flokkinum.

Sum vanligt í slíkum føri fær fyrrverandi næstformaður óavmarkað pláss í fjølmiðlunum. Vit hava hoyrt hann tosa um at hava so nógvar flokkar at velja ímillum at hann veit ikki hvar hann skal fara. Men kanska hann hevur evnini at tilpassa seg allar stevnuskráir á Løgtingi. Somuleiðis tosar hann um at Føroya Løgting er at samanlíkna við eitt fótbóltslið. Fólk flest halda annars at Løgtingi er einstakligaítróttur. Ja, orsøk er at halda at einstaklingaflokkurin er stórsti flokkur á Løgtingi. 

Somuleiðis verður tosað um hvat viðkomandi ætlaði at gera á Løgtingi. Tað krevjast 980 atkvøður fyri at koma á Løgting. Við 370 atkvøðum eigur viðkomandi ⅓ sjálvur og hini valevnini og flokkurin hinar atkvøðurnar. Tí ber ikki til, eins og Jóannes Ejdesgaard nevndi í vikuskiftinum, at tosa um hvat ein sjálvur ætlar. Evnini at lurta eiga tí at verða minst líka góð, sum evnini at tosa.

Fyri at lesarin betri kann skilja restina, skal upplýsast at endamálið við næstformanni Sambandsfloksins, sum ikki skuldi verða Løgtingsmaður var, at verða bindilið millum tinglimir, bakland v.m. Seinastu 10-15 árini hevur sessurin tó verði brúktur til at profilera næstformannin meira enn gott er. Umhugsað verður at skjóta upp at venda aftur til gamla leistin.

Annars hoyrur tað við til søguna, at orsøkin til at annað uppskot kom til næstformann var, at táverandi næstformaður ikki var mettur at verða tann rætti. Tá tað var konstaterað, eitt mikukvøld kl. 22 á nevndarfundi í einum lokalfelag, var eitt møguligt alternativ funnið. Uppskot til aðalfundin skuldi latast inn sunnukvøld. Síðan bleiv spurt runt millum tey sum høvdu atkvøðurætt. Ongin av tinglimunum og ongin í starvsnevndini bleiv spurdur/biðin at atkvøða fyri alternativinum. Tá mett var, hósdag, at undirtøkan fyri at skifta sitandi formann var so mikið góð at einki var at ivast í, bleiv alternativa valevnið spurt um hann vildi stilla upp.

Nevndarlimir vóru misnøgdir við clearingsavtaluna. Og uttan at fara í smálutir, so er sannleikin um tað clearingsavtaluna als ikki komin fram. Men í stuttum var hon gjørd í heimildarloysi. Tí er spurningurin um at halda eina clearingsavtalu fullkomuliga órelevantur. 

Harumframt vóru samráðingarnar um fiskivinnunýskipan við í metingini. Framgangsmátin var stóri trupulleikin. Og tað sum har hendi var í sjálvum sær mett at verða nóg mikið til eina uppsøgn. 

Tað var ikki við í metingini at táverandi næstformaður hevði verið á fundi við Javnaðarflokkin um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Tað var heldur ikki við í metingini at hann hevði verið á fundi við enn ein flokk (ikki javnaðarflokkin) um at stilla upp fyri teir.

Sostatt skal avvísast at Hjúnarbandslógin hevði nakað at gera við málið. Somuleiðis skal avvísast at talan er um eina nýggja og meira konservativa kós.

Tað hevur altíð staðið tinglimum Sambandsfloksins frítt at atkvøða í etiskum málum og tað ger tað framvegis. (meira um rumbul av tí lógini seinni)

Orsøkin til at sitandi næstformaður var skotin upp var, at brúk var fyri einum persóni sum øll sum høvdu atkvøðrætt kendu. Harumframt var ófrávíkiligt krav at viðkomandi var mettur at verða loyalur og at hann arbeiddi fyri heildini og ikki sjálvum sær. Tað gav jú onga meining at skifta út við ein av sama slagi. 

Endamálið var sostatt at skifta fyrrverandi formannin út. Hvør kom í hansara stað hevði ikki týdning. Næstformansvalið var tí eitt frával av fyrrverandi og ikki eitt tilval at sitandi.

Eivind Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo