Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Hugtakið "dresscode" hevur fingið ein heilt nýggjan týdning, nú nudistarnir hava fingið sína egnu matstovu í París.

Le Parisien skrivar, at matstovan O'naturel lat upp fyrr í mánaðinum í tí annars stillføra 12. arrondissimentinum.

Gestirnir verða vinarliga bidnir um at heingja klæðini - øll klæðini - uttanfyri áðrenn farið verður til borðs. Teir fáa tó ein serviet at leggja í fangið, leggja teir í.

Pláss er til 40 gestir og teir sita ikki púra til útstilling, tí svartar gardinur eru fyri vindeyguni. 

Fransmonnum dámar væl at lata seg úr og hildið verður, at eini 2,6 nektardyrkarar, nudistar, eru í Frankaríki. 

Líknandi matstovur eru eisini í London, Tokyo og Melbourne.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo