Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Hvør sigur ei-ljóðið í hesum orðum:
EINGIL, VEINGIR, DREINGIR, STREINGIR, LEINGI, EINKJA

SVAR: Suðurstreymoy (+ Nólsoy, Hestur og Koltur) og Sandoy

VÁGAR, SUÐUROY: Løgið, at hasar báðar ei-oyggjarnar siga ”droyngir”, ”loyngi” o.s.fr.

SKÚVOY, DÍMUN: Eg veit ikki, hvussu tey siga í Skúvoy. Í Dímun man tað vera avgerandi, hvaðani hjúnafelagi er ættaður.

SUÐURSTREYMOY (TÓRSHAVN): Í Suðurstreymoy siga vit ei-ljóðið í øllum hasum orðunum, tó siga vit ikki ei í ”einki”. Har eru nólsoyingar undantakið. Kortini siga vit suðurstreymoyingar: ”Eg sá eina ”einkju” (úttalað ”einki”).

So, góðu ”havnarfólk”! Tit tosa ikki ”ektað” havnarmál, um tit ikki siga ei-ljóðið í t.d. ”dreingir”, ”eingil”, ”leingi”!

VIÐMERKINGAR: Vónandi koma onkrar viðmerkingar ei-framburðinum viðvíkjandi, bæði frá leikum og lærdum!

LJ-ÚTTALAN (LJÓÐ, LJÓS, LJÓMUR: Takk fyri viðmerkingarnar og kvøðuna, Oddvør, og takk fyri tínar søgur! Segði Axel veruliga ”jóð” og ”jós”?

Eg veit, hann segði ”sjørna” (stjørna). Tað varð eisini sagt á Argjum fyrr í tíðini.

Á Argjum haldi eg, vit hava úttalað ”ellið” í  lj-orðunum. Eg havi hildið tað vera nýggjan óvana at sleppa ellinum!? Vóni, at útvarpsfólk, prædikufólk og ”vanlig” fólk fara at varðveita ellið!

Haldi meg hava hoyrt onkran Orðsins tænara tosa um ”jósið”. Ikki ljóðaði tað væl!

Jú, havnarfólk og argjafólk siga ”eingil” og ”leingi” (við ei-ljóði), men blandingsmál sníkir seg inn!

HONDBÓLTUR: Í hesum hondbóltsdøgum (til lukku Noreg!) haldi eg ikki, vit hoyra so nógv til ótespiligu orðini ”nøl, mas, skritt” (drál, trok, fet)!? - ella hvussu?

TIME-OUT (LEIKBRÁ): Føroysk-ensk orðabók hevur hatta snøgga, vakra orðið, LEIKBRÁ, um stutta steðgin (støðgin) í hondbólti. So, Kringvarpið og Rás 2, skulu tit royna, nú okkara hondbóltsfinalur nærkast?

NÝ(GGJ)YRÐI (NÝTT ORÐ): ”BURN” og ”SENTRIД: Skulu vit ikki bara siga: ”BRENNIDEPILIN”!?

Við málkvøðu             
Eyðun á Borg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo