Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Nú sær loksins út til at vit fáa nakrar dagar við vetrarveðri, eftir at lýkkan hevur eyðmerkt heystið og veturin higartil. 

Hann veksur vindin nakað í morgin, men høgætt verður og kalt, frostgradir um náttina og beint omanfyri um dagin. Neyvan nakað serligt avfall og løtur við sól, serliga seinnapartin.

Týsdagin og mikudagin mestsum stilli og hitin um frostmarkið, um náttina kann tað frysta eini 4 - 5 stig.

Hósdagin verður meira vindur aftur, upp í ein strúk um middagsleitið og hitin um 6 stig við regni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo