Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20. Lønarbrotið er 0,56.

Um skúlan
Í Vestmanna skúla ganga 192 næmingar í 1. – 10. flokki

Bygnaðarliga er skúlin skipaður við tveimum bygningum. Í tí eldra bygninginum við Kongsteigar ganga 1. -7. flokkur, meðan framhaldsdeildin heldur til í bygninginum við ítróttarhøllina.

Um starvið
Starvið fevnir millum annað um saman við læraranum at skipa dagin hjá næmingum í grund- og miðdeild, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum. Starvið er í vanligum flokki.

Førleikar
Okkum tørvar ein námsfrøðing, sum

• hevur hegni og dirvi
• at loysa truplar støður
• tekur ábyrgd
• dugir at samstarva og er rúmligur.

Lønar og setanartreytir
Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Søkir eingin við skikkaðari útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í staðin.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pædagogfelag. Námsfrøðilig stuðulsstørv verða lønt í lønarflokki 11-21 (frá 11-2 frá 1. oktober í 2019.)

Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokki 3-8 (frá 3-9 frá 1. oktober í 2019)

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 470100 & 230100, ella á t-post: marin.sigvaldsdottir(at)skulin.fo 

Virðisgrundarlag skúlans
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo