Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Sum VP hevur skilt, eru tað fleiri námsfrøðingar, sum hesa síðstu tíðina, meðan verkfallið hjá Pedagogfelagnum hevur verið, hava verið til arbeiðis á fiskavirkjunum í ávikavist Norðragøtu og Klaksvík.

VP hevur í hesum sambandi tosað við álitisfólk á Kósini í Klaksvík og Fiskavirkinum P/F í Norðragøtu og spurt, um hendan søgan er sonn.

Av Kósini verður sagt hesum viðvíkjandi, at virkið hevur verið sera hart rakt av verkfallinum, og at tað eru fleiri fólk, sum eru farin til hús vegna verkfallið, enn tað eru fólk, sum eru komin til arbeiðis sum ein fylgja av verkfallinum.

Álitisfólkið hjá Kósini avsannar staðiliga yvirfyri VP, at námsfrøðingar hava verið til arbeiðis á virkinum hendan seinasta mánaðin, meðan verkfallið hjá pedagogunum hevur verið.

Eini 10-15 fólk av áleið 100 á Kósini hava noyðst at verið frá arbeiði, meðan verkfallið hevur verið, verður upplýst fyri VP í hesum viðfangi.

Av Fiskavirkinum í Norðragøtu sigur ein álitismaður við VP, at hann ikki veit, um námsfrøðingar hava verið til arbeiðis á virkinum, meðan verkfallið hjá pedagogunum hevur verið, og at hann tí hvørki kann vátta ella avsanna søguna.

Hann leggur aftrat í hesum sambandi, at um so er, at tað er komið fyri, at námsfrøðingar hava verið til arbeiðis á Fiskavirkinum í Norðragøtu hendan síðsta mánaðin, harmast hann almikið, at námsfrøðingar í so fall hava tikið arbeiði frá vanligum arbeiðarum.

- Vit havi sympati fyri søkini hjá pedagogunum, men hjá okkum er tað altumráðandi at seta vanliga arbeiðaran í fremstu røð, tá tað umræður arbeiði her á virkinum, sigur hann og skoytir uppí, at virkið hesa vikuna hevur fingið sera nógvar umsóknir frá fólki, sum júst eru uppsøgd á Bakkafrosti.

Hann leggur í aðrar mátar aftrat, at virkið hevur verið rakt av verkfallinum, men at tað tó ikki hevur verið hart rakt av tí, og at framleiðslan hevur koyrt eftir ætlan hesa síðstu tíðina.

Á Facebook hava fólk tó ikki verið so blíð um, at námsfrøðingar skulu hava tikið upp arbeiði á fiskavirkjum, og spurdi Rúna Sivertsen, samfelagskjakari, á Facebook-vanga sínum týskvøldið, hvørt "tað er góður siður, at námsfrøðingar taka upp arbeiði hjá mammum, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí námsfrøðingar streika".

Hon sigur víðari á Facebook hesum viðvíkjandi, at...

- Eg virði verkfalsrættin, tí verkfall hava ikki bara givið meira í løn, men millum annað eisini bøtt um arbeiðskor og trygd á arbeiðsplássum. Men orsakað av verkfallinum eru nógv í dýrastu neyð, og tó taka summir pedagogar og spenna bein fyri sínum egna verkfalli við hjálpa øðrum arbeiðsplássum at loysa trupulleikan, sum stendst av verkfallinum.

Í samrøðu við VP í dag sigur Rúna Sivertsen, at hon veit fyri vist, at tað eru námsfrøðingar, sum hava verið til arbeiðis á fiskavirkjum, meðan verkfallið hevur verið - harav hava, sambært henni, serliga nógvir námsfrøðingar verið til arbeiðis í Gøtu.  Í gjár, hósdagin, var tó eingin námsfrøðingur til arbeiðis í Gøtu, leggur hon aftrat.

Ert tú pedagogur í verkfalli, sum hevur verið til arbeiðis undir verkfallinum? Vit vilja fegin siga tína søgu eisini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo