Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð.
                
Talan er um námsfrøðingar at byrja eftir summarfrítíðina 14. august 2017

Arbeiðstíðin er vanliga millum  kl. 7:15 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða  lønir á lønarstigunum 11-19 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7.
               
Miðgarður er ein stovnur við 5 árum á baki. Her eru 8 stovur, 3 vøggustovur, 1 smábarnastova, 2 barnagarðsstovur og 1 stovu til tey 6 ára gomlu.

Vit hava 6 ymisk verkstøð og gott spælipláss rundan um  stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðalund og áir.

Vit arbeiða við:

• At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.

Vit ynskja av tær:

• At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.

• At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisligt, og vera við til at menna stovnin.

• At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.

• At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan
fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíður: www.vaga.fo og www.midgardur.fo

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520 ella Majbritt Poulsen, Varaleiðara á tlf. 794510

Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal vera Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella vaga@vaga.fo i í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. juli kl. 12.00.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann