Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Kepler 90i eitur planetin sum júst er uppdagað í eini heilt aðrari sólskipan enn okkara.

Eitt slag av eftirgjørdum skilviti (kunstigum intelligensi), sum Google stóð fyri, varð brúkt til at finna gongustjørnuna, skrivar amerikanski rúmdargranskingarstovnurin Nasa í tíðindaskrivi. Kepler 90i er saman við 7 øðrum gongustjørnum í ringrás um sólina Kepler-90.

Í okkara sólakipan eru 8 gongustjørnur og við nýggja fundinum eru eisini 8 gongustjørnur í ringrás um Kepler-90 men tær eru nógv nærri teirra sól og har er nógv heitari enn her og tí illa hugsandi at lív finst sum vit kenna tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo