Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Egyptiskur advokatur sjokkerar: - Tað er ein nasjonal plikt at neyðtaka kvinnur sum ganga í holutum buksum.

- Eru tit glað tá ið tit síggja eina kvinnu á gøtuni við helvtini av reyvini sjónligari?

- Tá ið ein kvinna gongur runt soleiðis, er tað ein patriotisk plikt at sjikanera hana seksuelt og tað er ein nasjonal plikt at neyðtaka hana.

Tann kontroversielli advokaturin Nahib al-Wahsh segði hesi orðini í eini beinleiðis kjaksending í sjónvarpinum, skrivar Independent.

Og orðini hava ført øði við sær millum tey sum arbeiða við rættindunum hjá kvinnum, í einum landi sum er merkt av ágangi móti kvinnum, skrivar Nettavisen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo