Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Mikkelsen, boðar frá, at nátturan er okkara vørumerki, og slíkt ansa vit væl eftir, skurrar tað heldur illa, tá hugt verður kring um fyri at síggja, hvussu náttúran sær út, og somuleiðis kagar eftir, hvørjar lógir og reglur eru galdandi, og hvussu hesar verða umsitnar.

Vit hava trý øki í landinum, sum eru friðað smb. lógini um náttúrufriðing, ið er frá 1972.

1: Við Fjallavatn er loyvi givið at leggja aliøki út við Víkar - fyri at betra um "unspoiled nature" við Fjallavatn og økið næst vestur í hav.

2: Á Sandi er loyvi givið (við rossahandli millum Sand-Skopunar kommunur og Marine Harvest) at leggja aliøkið út við Mølheggjarnar og sera sjáldsama umhvørvið har umkring við Sandsvatn. Mølheggjar er friðað smb. lógini.

3: Og trið á listanum er Leynarvatn, ið eisini er friðað - har "unspoiled og unpolluted nature" í ár bleiv fylt upp av túsundavís av alilaksum, allarhelst frá ovurstóra missinum í november 2017 hjá Bakkafrost aliøkunum við Argjaland. Deyðu, sjúkur og allarhelst smittufongdur alilaksur slapp at jolla sær nakrar vikur, inntil støðan fekk so vánaligan smakk - sjálvt hjá Bakkafrost - at einir 10-15 mans vórðu settir at fáa nakað av deyða og illa avstaðkomna fiskinum upp aftur úr Leynará.

Avleiðingar frá sera álvarsamari dálking hevur ongar avleiðingar - hvørki so ella so - og alt gongur sum fretur eftir gleri hjá alivinnnuni, ið enntá kostnaðarfrítt hevur fingið tillutað so gott sum allar firðir og sund í landinum. Aliloyvi í t.d. Noreg til 3-5.000 tons kostar einans 40-60 mill.kr, har kommunan í økinum fær goldið 40% av kostnaðinum.

Men so gott duga føroyingar ikki at leika og geva tí ogn sína frá sær til útlendskar-og føroyskar -spekulantar at jolla sær við. Sum formaðurin í kommunufelagnum, og borgarstjóri í Vági, Dennis Holm, segði, so mugu vit góðtaka grova dálking av firðunum fyri at fáa nøkur (stuttskygd) arbeiðspláss.

Einasta land i norðurhøvum, og allarhelst eisini í heiminum, ið ikki hevur megnað at skipa eina tjóðarlund....meðan Tjóðveldi hevur havt landsstýrismannin/kvinnuna í umhvørvismálum, er sjálvandi Føroyar.

At endurskoðað/nýggj náttúrufriðingarlóg er ávegis, kemur neyvan at bøta nevnivert, um hugt verður eftir, hvussu lága raðfesting hóttandi veðurlagsbroytingar og ágangurin á náttúru- og umhvørvið hevur havt við sitandi samgongu.

Hvussu úrslitið skal blíva, tá svarti vongurin á tingi nu roynir at lumpa eina "grøna" marknaðarføring í høvdið á borgarunum, og kanska fær valdið....kann bara grunast um, men neyvan verður tað meira umhvørvis- og náturuvinarligt. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava søguliga aldrin havt ein grønan profil sum samgongan, og kann møsnið hjá Poul Mikkelsen tí ikki takast í álvara, nú hann eisini hevur boðað frá at vera heitur talsmaður fyri oljupallum og brunnum upp til aliøkið við Víkar.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo