Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava lagt fyri Løgtingið lóg um vernd av lívfrøðiliga margfeldinum – nátturumargfeldislógina.

Flokkarnir greiða frá, at hetta er ein náttúruverndarlóg, sum gevur neyðug amboð til at verja náttúru okkara væl, samstundis sum lógargrundarlag verður lagt fyri at skapa skilagóða javnvág ímillum at troyta og nýta náttúruna og at verja hana til komandi ættarlið.

-Trýstið á náttúruna veksur alsamt, og Føroyar hava í áratíggju havt tørv á einari náttúruverndarlóg, ið sampakkar tíðina, vit liva í. Tí er tað alneyðugt, at Løgtingið fær høvið at halda fram at viðgera hesa tíðningarmiklu lóg, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgufólk hjá Tjóðveldi í náttúruverndarmálum.

-Talan er um eina nútímans pragmatiska lóg, ið tekur hædd fyri vinnuligum og øðrum virksemi av ymiskum slagi, men samstundis áleggur okkum at hava neyðuga vitan tøka og taka náttúruna við á vágskálina, so vit ikki óansin oyða lív og margfeldið í náttúruni, sigur framsøgukvinnan.

Uppskotið, sum nú er lagt fram, er sambært uppskotsstillarunum stórt sæð hitt sama, sum undanfarna landsstýriskvinna í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, legði fyri Løgtingið í vár, men sum ikki varð liðugt viðgjørt í Rættarnevndini, áðrenn val varð útskrivað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo