Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester United-stjørnan Bastian Schweinsteiger hevur saksøkt leikufyritøkuna DiD av einum nazi-figuri.

Hong Kong firmaið DiD hevur seinastu vikurnar selt ein nazi-figur, sum minnir ikki sørt um miðvallastjørnuna hjá Manchester United, Bastian Schweinsteiger, á asiatiska marknaðinum, skrivar norska TV2.

Og figururin, sum er í nazi-búna verður kallaður «Bastian», og tað hevur fingið Schweinsteiger til at reagera upp á tað harðasta.

Yvirfyri týska miðlinum Bild váttar advokaturin hjá Schweinsteiger, at leikurisin er saksøktur.

– Vit hava ongar figurar sum byggja á fótbóltsleikarar. Líkleikin er bara tilvildarligur. Hesin figururin er bara ein púra vanligur týskari. Vit halda at teir flestu týskarar síggja soleiðis út. Harafturat so er Bastian eitt vanligt navn í Týsklandi, sigur Patrick Chan við Bild.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo