Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í lesarabrævi á fleiri tíðindaportalum týsdagin 22. mai undir spyrjandi yvirskriftini ”Rekur kringvarpið partapolitikk?” staðfestir Edmund Joensen sjálvur, at tað ger Kringvarpið. Hetta kann eg staðiliga afturvísa.

Edmund Joensen skrivar millum annað: ”Á heimasíðuni kringvarpsins liggur eitt subjektivt videoklipp kryddað við politiskum sjónarmiðnum, sum hóska til sitandi samgongu. Hetta stríðir ímóti tí politiska óheftni, sum ein almennur tíðindastovnur eigur at hava í sínum tíðindaflutningi og sendingum.”

Edmund Joensen sipar helst til grafisku forteljingina um stjórnarskipanararbeiðið, sum Kringvarpið gjørdi og almannakunngjørdi á temasíðuni um stjórnarskipanararbeiðið kvf.fo/stjornarskipan og á facebookvanganum hjá Kringvarpinum í september í 2017.

Hví Edmund Joensen finst at hesum brotið nú átta mánaðir seinni, veit eg av góðum grundum ikki.

Edmund Joensen er sjálvandi vælkomin at finnast at tí, sum Kringvarpið ger og vísir.

Men sjálvandi rekur Kringvarpið ikki partapolitikk.

Atfinningarnar hjá Edmundi Joensen í sjálvum skrivinum eru torførar at svara, tí tær eru óítøkiligar.

Hann ákærur KVF fyri at villleiða, fyri at reka partapolitikk og fyri at siga ósatt, tó uttan at siga, hvat er ósatt.

Hevur KVF borið faktuellar skeivleikar, so rætta vit teir beinanvegin. Hinar atfinningarnar eru óítøkiligar og tí torførar at svara nøktandi.

Annars er tað at siga, at á temasíðuni hjá KVF um stjórnarskipanararbeiðið, liggja 133 greinar, samrøður, kjak og brot, ið viðgera hetta málið úr øllum endum og kantum. Tað elsta er frá 2011. 

Yvirskipað kann sigast, at journalistikkur kringvarpsins avspeglar tað samfelagið, vit liva í. Edmund Joensen tykist meira upptikin av spegilsmyndini, enn av tí veruleika, spegilsmyndin avspeglar.

Seinna helvtin av lesarabrævinum hjá Edmundi Joensen er ein frágreiðing um, hví Sambandsflokkurin - sambært Edmundi Joensen – er bulverkið í vælferðarsamfelagnum.

Tað er partapolitikkur.

Hyggjarin sær umrødda brot, sum Edmund Joensen finst at, her:

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo